Nýggja vónin hjá Gamla Sjálvstýrinum, Kristianna Winther Poulsen tók í gjár sæti á tingi fyri Jógvan Skorheim, sum hevur sitið har fyri Kára P. Højgaard seinasta árið.
Og fyrsta dagin slapp Kristianna at vísa sítt virði sum talskvinna fyri smábarnafamiljur og javnstøðu.
Men gakk. Hon dumpaði longu fyrsta dagin, tá hon atkvøddi ímóti andstøðuuppskotinum um at leingja barnsburðarfarloyvi.
Kristianna setir sína vón til Johan Dahl, sum hevur lovað at koma við einum sama slag uppskoti seinni í vár.
– Vit meina tað Kristianna. Vit hvødu vónað, at tú kundi prógva títt virði – og at tú káraði at skræða tape'ið av munninum, men hetta boðar ikki frá góðum...