Skráseting til Oyl-gestir

Ferðafólk á Oyggjaleikunum kunnu biða um at fáa serliga akkreditering.

Hendan ger, at ferðafólkini fáa atgongd til allar hendingar kring sjálvan ítróttin á leikunum, eins og ókeypis ferðing við serligu buss-skipanini er íroknað. Til kappingarnar verður talan ikki um atgongumerki, men fólk við akkreditering sleppa tó fyrst inn, um plásstrot er. Søkjast kann um akkreditering á www.rhodes2007.info, har serligt oyðibla kann heintast.