Tingmál nummar 43/1999, sum var uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum við meira var eitt av málunum, ið endaliga skuldi avgreiðast á tingfundinum í gjár.
Uppskotið, sum Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, legði fyri tingið 21. januar, varð samtykt undir aðru viðgerð á tingfundinum seinasta týsdag við 28 atkvøðum fyri, ongari ímóti og ongari blankari.