Føroyar eru nú við í skrásetingini hjá Altjóða Djóraheilsustovninum (OIE).
Tað skrivar Heilsufrøðisliga Starvsstovan á heimasíðu sínari.
Altjóða Djóraheilsustovnurin hevur eina skráseting, har lond kunnu skráseta sjúkustøðuna hjá djórum á sjógvi og á landi.
Higartil hevur starvsstovan lagt upplýsingar inn um støðuna hjá fiski, fyrru hálvu av inniverandi ári 2016. Hetta skal gerast afturvirkandi til 2013 umframt at aðrir upplýsingar verða skrásettir leypandi.
Ein av orsøkunum at Føroyar eru við í hesi skráseting er tann, at fleri lond vilja tryggja seg ímóti sjúkum tá tey innflyta okkara fisk.
Heilsufrøðisliga Starvsstovan sigur, at serliga 3. lond sum Kina og Russland ynskja at síggja upplýsingarnar á hesum lista.