tíðindaskriv
Tá Prix 05 fyrireikararnir herfyri sendu út gleðiboðini um hvør slapp at taka lut í kappingini, vóru mong kring landið sum hugsaðu, talaðu ella róptu hart "YES", "JUHU", "GENIALT" og annað mangt. Og jú, í alt umboð fyri 24 bólkar og einstaklingar høvdu allar grundir til tess. Og lat tað verða vist ? tað er hvørjum einstakum teirra sera væl unt!
MEN, samstundis sum gleðisrómurin frá hesum 24 útvaldu fór sum eldur um venjingarhøli, neyst og garasjugrundir, so var samstundis ein lítil skari, eini 8 bólkar og einstaklingar í tali, sum høvdu eittans orð at leggja á tunguna, tá ið lagnusami brævbjálvin varð latin upp, sanniliga "SKRÆPA!" ókst av mongum munni hesa løtuna.
"SKRÆPA ? at vit ikki komu við". Nú, vandin við hesum kundi verið, at hesir bólkar og einstaklingar kundu lagt tónliekayrkið frá sær og harvið dottið burtur millum ríka arvin av føroyskum tónleikaútinnarum og harvið verið lutaðir til gloymsku í aldur og allar ævir. Og at einans teimum 24 útvaldu á breiða vegnum til heiður og æru millum manna hevði verið unt hóskiligan sóma. Men, tíbetur, so traðkaði Tónleikasamtakið GRÓT til, og segði, at "So skal ikki verða!". Hesir bólkar mugu eisini sleppa á pall. Hesir tónleikarar, sum eisini hava vant, tikið upp demoir, sent tær inn og hvat veit eg, teir skulu eisini hoyrast. Teir hava uppiborið, um ikki annað so eitt einasta sømiliga tiltak at framføra á. Hesir outside´arar (sum i roynd og verðu eru in í løtuni), hesir berar av sonnu mentanini, skulu eisini sleppa framat fatinum.
Og júst tað hendir nú í vikuskiftinum, leygardagin 22. januar kl 21.00 í Losjuni í Gøtu tá SKRÆPA 2005, hitt ultimativa undirgrundstiltakið, fer av bakkastokki. Tá stíga nú seggir oman Gøtudal hesir reystu tónleikabólkar: Holger og Villmenn, Spylegg, Glitch og Lív Hansen fara nú, sum onkur segði, , at turka skæpuna av sær! Tey fara at sýna fyri øllum Føroya fólki, at hóast tey ikki eru við til Prixkappingina, so eru knotur í teimum og at lortur heftir ikki við.









