Skrá og busstíðir til GBOB

Umframt finalistarnar kanst tú leygarkvøldið lata teg undirhalda av Boys In A Band - vinnarar av Heimsfinaluni í 2007 - og av DJ Switch - føroya fremsti veitslu-DJ. Skráin sær soleiðis út:

 

Fríggjakvøldið 31. oktober kl 21: Undanumfar GBOB Føroyar 2008

 

Leygarkvøldið 1. november kl. 21: Tjóðarfinalan í GBOB Føroyar 2008

Útvarpið sendir beinleiðis og sjónvarpið ger samandrátt

 

Atgongumerki galdandi fyri báðar dagarnar fáast í forsølu í Vodafone fyri 225 kr.

Atgongumerki fáast eisini við dyrnar, kostnaður 100 kr. fríggjadag, 200 kr. leygardag.

 

Bussar koyra úr Havn og suðuraftur báðar dagar.

Kl. 20 úr Havn bæði fríggjakvøld og leygarkvøld.

Úr Fuglafirði uml kl. 01 fríggjakvøld og uml. kl 04 leygarkvøld.

Um nóg nógv tekna seg verður eykatúrur til Havnar eftir at vinnarin er kosin stutt eftir midnátt leygarkvøld.

 

Tilmelding til bussarnar fer fram á tlf. 217752.