Júst sum í fjør, so verður aftur skipað fyri Intersport Summar Cup í Gundadali hetta vikuskiftið. Talan er um ungdómskapping, ið B36 skipar fyri.
Nýtt met verður sett fyri kappingina í ár, tí at heili 99 lið úr ymsum aldursbólkum hava meldað seg til kappingina. Hetta merkir, at heili 241 dystir skulu spælast - og teir skulu allir avgreiðast leygardagin.
- Feløg úr øllum landinum hava tilmeldað seg, og eru vit sera spent at bjóða øllum vælkomin í Gundadal aftur í ár, sigur Andrass Thomsen frá B36.
Dagurin byrjar kl. 10.00, tá ið borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu fer at seta Intersport Summar Cup 2016. Til setanina verður eisini ymiskt annað undirhald. Klokkan 11.00 er síðani kick-off til fyrstu dystirnar.
Skráin til kappingina sæst HER.
Allir tríggir vøllirnir í Gundadali, ovari vøllur, niðari vøllur og Tórsvøllur verða nýttir til kappingina.