Skráin til aðalfundin

-



Sum tað framgongur aðra staðni í blaðnum, so eru fleiri mál, sum aðalfundurin hjá FSF skal taka støðu til leygardagin.
Fótbóltssambandið hevur nú sent feløgunum skránna til aðalfundin, og er hon hendan.
1Formaðurin greidðir frá virki F.S.F.?s í farna ári
2Kassameistarin/formaðurin leggur fram grannskoðaðan roknskap
3Innkomin mál
a) frá FSF: Uppskot um broyting í kappingarreglunum fyri fótbólt
b) frá FSF: Uppskot til samtyktar viðv. húsinum við Tórsvøll
c) frá GÍ: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi unglingadeildini
d): frá B36: Uppskot til samtyktar viðvíkjandi unglingadeildini
e): frá HB, B36, EB/Str, B68, GÍ, NSÍ, KÍ, VB, Skála, TB: Uppskot til samtyktar viðv. trygging av leikarum, sum spæla í fyrstu deild menn.
4Velja nevndir og varalimir
5Velja grannskoðara, ið skal vera ríkisgóðkendur
6Ymiskt

Hvørt felag kann í mesta lagi senda trý umboð á fundin. Hvørt felag hevur atkvøðurætt við einari atkvøðu, eins og nevndin hjá FSF hevur eina atkvøðu. Fyri at hava atkvøðurætt skal felag hava luttikið í fótbóltskappingini við minst einum liði í undanfarna ári, og fíggjarligu viðurskiftini hjá felagnum mótvegis FSF skulu vera í lagi