Skráin klár í næstum

Nú styttist til føroyingar fáa vitjan av donsku kongafamiljuni. Um ein góðan mánað koma Margretha Drotning, Henrik prinsur, Frederik krúnprinsur og Mary krúnprinsessa á vitjan í Føroyum, og tey fara at vitja nógv støð kring landið.
Enn er skráin fyri kongaligu vitjanina tó ikki almannakunngjørd, men tað verður hon væntandi í dag ella í morgin. Tá fæst endaligt at vita, hvørji støð her á landi fáa vitjan av teimum kongaligu. Tað tykist tó greitt, at vitjað verður á Tvøroyri, í Fuglafirði og í Havn, og harafturat bendir nógv á, at kongaligir gestir verða á staðnum, tá ið seinasta skotið í Norðoyatunnlinum verður latið um sama mundi.
tn