Johan Dahl
-----
Við tí breidd, sum Vinnumálaráðið hevur, er skráin hjá ráðnum tilsvarandi breið. Hinvegin er umráðandi at prioritera og ikki at arbeiða við ov nógvum uppgávum í senn. Eg havi sum landsstýrismaður serliga lagt meg eftir støðugt at halda viðlika og betra um karmarnar hjá vinnuni umframt at leggja meg eftir inntøkuskapan.
Fyri at at samfelag okkara skal vera attraktivt hjá okkara ungu at virka í, er ein av fortreytunum, at møguleikarnir at byrja egnu fyritøku ella at fáa boðið áhugaverd og spennandi størv er tilstaðar. Og við tí støðu, sum landskassin er í, er tað umráðandi at økja um aktivitetin í samfelagnum Tað kann verða gjørt bæði við tiltøkum, sum virka upp á stutt sikt og sum nýggjur varandi vinnuligur aktivitetur.
Vit hava fleiri dømir um, hvussu týdningarmikið tað er at veita vinnu tryggar og góðar karmar at virka undir, so sum alivinnan og nú FAS og vónandi harav avleitt virksemi. Hetta arbeiði verður sum sagt at halda fram, og ætlanin er at taka vinnugrein fyri og aðra eftir fyri at meta um karmarnar og gera uppskot til neyðugar ábøtur.
Hin parturin av okkara høgt prioriteraða arbeiði er sum sagt inntøkuskapan. Eg havi lagt fyri Løgtingið eina frágreiðing ”Vøkstur og Virksemi”, sum lýsir 23 átøk innan 18 ymisk øki, sum ætlanin er at seta í verk fyri at bøta um støðuna hjá verandi og nýggjum vinnum, og harvið skapa vøkstur og tryggja arbeiðspláss, bæði uppá stutt og longri sikt. Hesi 23 átøk eru grundað á eitt tætt samskifti við ráð, felagsskapir, virki og fólk úr vinnuni, sum eru biðin um at leggja fram síni uppskot og eisini at ummæla lidnu ætlanina, umframt at orðaskifti hevur verið um ætlanina umvegis heimasíðu Vinnumálaráðsins.
Tey 23 átøkini eru bólkað í fýra sløg av átøkum. Hesi eru:
• Átøk at betra um vinnuligu karmarnar
• Átøk at menna nýggjar vinnur
• Førleikamenning og útbúgving
• Marknaðarføring av Føroyum
Tey ymsu átøkini eru størri ella minni í vavi og virka á ymsum økjum, men kunnu summi av teimum – fara tey at eydnast – fáa heilt stóra ávirkan á inntøkuskapanina og harav fylgjandi tal av arbeiðsplássum, um tað t.d. eydnast at fara út á hav at ala ella at virka stóran part av pelagiska tilfeinginum í Føroyum.
Eydnast at fáa gongd á og meira vinnugransking ella at fáa útlendskar íleggjarar at gera íløgur í føroyska hátøkniliga framleiðslu, fer tað eisini at medvirka til at gera tað áhugavert hjá føroyingum at koma heimaftur eftir lesna uttanlands og veita sítt íkast til neyðugu virðisøkingina.
Eg haldi, at virksemisskapan skal standa fremst á breddanum, nú ið farið verður undir gerð av fíggjarlógini fyri 2011.