Skráin hjá Fogh løgd

Á vitjan sínari í Føroyum fer Anders Fogh Rasmussen at hava fundir við Løgmann, Landsstýrið og Sambandsflokkin

Vitjan
Anders Fogh Rasmussen, danski forsætisráðharrin, lendir eftir ætlan í Føroyum mánamorgunin, 14. januar, um ellivutíðina. Steðgurin hjá honum verður tó ikki serliga langur, tí longu týsmorgunin, 15. januar, kl.11 fer hann avstað aftur.

? Der er tale om et kort arbejdsbesøg. Men jeg finder det vigtigt her umiddelbart eftir min tiltræden som statsminister at få et førstehåndskendskab til de førøske synspunkter.
Først og fremmest at få lagmandens og landsstyrets syn på det fremtidige tilknytningsforhold mellem Færøerne og Danmark, men jeg lytter gerne til andre emner, som man fra færøsk side ønsker at tage op og drøfte med mig, sigur Anders Fogh Rasmussen í tíðindaskrivi í sambandi við vitjanina í Føroyum.

Danski forsætisráðharrin hevur áður sagt við Sosialin, at hann ikki hevur nakað tilboð við til landsstýrið. Tá segði danski forsætisráðharrin eisini, at orðalagið skuldi betrast, tá ið hetta hevði verið óneyðuga negativt. Anders Fogh Rasmussen kemur eftir ætlan eisini aftur til Føroya seinni í ár á almenna vitjan.

Òformelt prát
Umframt fundirnar við Løgmann og Landsstýrið, stendur eisini ein fundur við Sambandsflokkin á skránni. Forkvinnan í Sambandsflokkinum, Lisbeth L. Petersen, sigur, at talan verður um eitt óformelt prát.
?Sambandsflokkurin hevur leingi havt samstarv við Venstre, og sjálv eri eg eisini partur av tingbólkinum hjá Venstre. Vit bóðu sostatt um ein fund við Anders Fogh Rasmussen, og hetta hava vit eisini fingið, sigur Lisbeth L. Petersen.
Enn er ikki greitt, hvør verður við á fundinum fyri Sambandsflokkin. Lisbeth L. Petersen leggur dent á, at tað er Sambandsflokkurin, sum Anders Fogh skal fundast við og ikki andstøðuna í Føroyum.

Skráin hjá danska forsætisráðharranum sær soleiðis út:

Mánadagur 14. januar

Kl. 12.30 Fund við Løgmann
Kl. 15.00 Fund við Landsstýrið
Kl. 16.00 Pressufundur
Kl. 17.15 Fund við Sambandsflokkin
Kl. 19.00 Døgurði

Týsdagur 15. januar

Kl. 08.30 Fund við Løgmann
Kl. 10.00 Fráferð