Skráin fyri Wacken Metal Battle Føroyar 2012 er nú kunngjørd. Tiltakið verður hildið í Sjónleikarahúsinum 24.mars. Átta bólkar luttaka í fyrstu umfarinum av tiltakinum, og spenna yvir nógvar ymsar tungmálmssjangrir. Dómarapanelið er blivið skipað, og teljast umboð frá Queen About Music, Dragon Productions, Spinefarm Records og The Rocking Factory ímillum tey, ið skulu avgera hvør bólkur fær heiðurin at spæla á Wacken Festival í summar.
Dyrnar lata upp kl. 19.00 og fyrsti bólkurin fer á pallin kl. 20.00.
Skráin sær soleiðis út:
Konqueror : 20.00
The Happening : 20.45
Synarchy : 21.30
Hamferð : 22.15
The Apocryphal Order : 23.00
Earth Divide : 23.45
Incurse : 00.30
Sic : 01.15
Tað er plátufelagið Tutl, sum saman við Norðurlandahúsinum og Ljóð Tøkni, skipa fyri tiltakinum. Talan er um eina talentkapping innan føroyskan tungmálmstónleik, har bólkar fáa møguleika at vísa teirra kynstur og útstráling á palli.
Besti føroyski bólkurin fær møguleikan at fara beinleiðis til Wacken Festival, størsta tungmálmsfestivalin í heiminum, at dystast ímóti vinnarum úr øðrum londum, ið luttaka í Wacken Metal Battle kappingini, um ein plátusáttmála frá Nuclear Blast Records.
Í hesum sambandi stuðlar Norðurlandahúsið við ferðing til Danmarkar og aftur til Føroyar til vinnandi bólkin, sum eisini ferðast ókeypis til Wacken Festivalin ígjøgnum donsku fyritøkuna Livescenen, ið árliga skipa fyri busstúrum til festivalin.
Les meira á: