Skráin fyri Føroya Regatta 2011 klár

Okkara gomlu træseglskip hava eitt serstakt sigsøguligt eyðkenni og virði fyri Føroyar. Slík skip verða ikki bygd longur, og tí eru tey í veruleikanum ein sigsøguligur mentanararvur. Tað vóru sluppirnar og motorbátarnir, sum løgdu lunnarnar undir okkara samfelag sum fiskivinnutjóð- tí eiga vit øll at veita teimum ans og gera alt fyri varðveita tey.

Føroyingar og útlendingar hava nú høvi til at sigla við seglskipunum millum oyggjarnar.

Ferðaseðlar kunnu keypast á kunningarstovunum kring landið og umborð. Ein einkult ferð

kostar 300 kr og allur teinurin kostar 800 kr. Gistast má í landi – havi matpakka við.

Skipini koma á Pollin umleið kl 17 mikudagin 6. juli, og saman við kappróðrarbátum og stuttleikabátum sigla

tey inn eftir Vánni . Umborð á skipunum eru umframt manningarnar teir flestu av kommunal-

politikarunum í Norðoyggjum eins og landspolitikarar úr Norðoyggjum. Skipini leggja

at bryggju við Atlantic Cold Store á vestaru bryggju

Undir móttøkuni fer Klaksvíkar hornorkestur at spæla og varaborgarstjórin Jógvan Skorðheim

fer at bjóða vælkomin til skip, manning og gestir.

Frá kl. 21 – 22 verður “opið skip” har øll kunnu vitja umborð á skipini.

Kl- 22 – 23 verður føroyskur dansur á bryggjuni og frá kl 23 – 01 verður harmonikudansur

á økinum. Har fæst bæði bæði matur og drekka til keyps á økinum

Hósdagin 7. juli.

Skipini sigla av Klaksvík kl. 10. Siglt verður inn á Gøtuvík, Lambavík, Rituvík, Æðuvík og síðani inn á Skalafjørðin.

Siglt verður inn móti Skálabotni og so út aftur til Runavík, har skipini liggja um náttina.

Á bryggjuni verður skipað fyri ymsum tiltøkum og fólk kunnu vitja umborð.

Fríggjadagin 8. juli:

Skipini sigla av Runavík kl. 8.30 og koma til Tórshavn kl. 1030. Har verður skipað fyri móttøku og borgarstjórin býður vælkomin.

Kl. 13.30 fara skipini av Havnini og koma til Tvøroyrar uml. kl. 17

Siglt verður fram við Drelnesi inn á Trongisvág og so út aftur til Thomsen økið. Við í skipafylginum eru føroyskir róðrar- og seglbátar.

Leygardagin 9. juli:

Kl. 8 letur gamla krambúðin hjá Thomsen upp. Regatta-menu kann keypast allan dagin.

Kl. 11 – 12: Seglskipini sigla ein túr á fjørðinum við ferðafólki. Kostnaður fyri vaksin 50 kr og

fyri børn 25 kr.

Kl. 12: Fiskikapping fyri børn

Kl. 14 : Manningarnar mynstra í “Pakhús 4”. Manningarnar eru í skipsklæðum frá slupptíðini, og

gamli sýslumaðurin Eiler Djurhuus stendur fyri mynstringini.

Kl. 14.30: Framsýning frá slupptíðini er í “Pakhús 4”.

Kl. 15: Fornminnisavnið í gomlu læknahúsunum letur upp

Kl. 16 – 18 : “Opið skip” – Øll eru vælkomin at vitja umborð

Kl. 18 – 19: Pallborðsfundur og kjak á Seglloftinum um varðveitslu av gomlu træskipunum, ið er ein týdningarmikil partur av okkara sigsøguliga mentunararvi.

Kl. 21.30 : Felagssangur og føroyskur dansur á havnalagnum

Kl. 23. Harmonikudansur á Seglloftinum

Sunnudagin 10. juli: Siglt verður av Tvøroyri eftir kirkjutíð