Skráin fevnir víða í Vági

Í Vági er vítt til veggja, tá um jóansøkutilboðini ræður. Vit kaga leysliga í skránna og tríva í rúgvuna av tí, ið boðið verður fram

Fríggjadagin byrjar Jóansøkan 2008 klokkan 15, tí tá lata ymsu framsýningarnar upp. Tivoli letur upp klokkan 19 og tá er eisini old-boys dystur millum VB/Sumba og TB. Ein av forvitnisligu framsýningum byrjar klokkan 19 og har hava kend fólk gjørt málningarnar.


Aftankvirra á fyrsta sinni

Sum altíð, so eru tiltøk til bæði gamans og álvara. Handlarnir í Vági hava Open By Night til klokkan 22. Klokkan 21 skipa Frelsunarherurin og Sion fyri útifundi við Minnisvarðan.

Klokkan 21:30 verður fyri fyrstuferð skipað fyri aftankvirru í Vágs Kirkju og klokkan 22:00 er sangur og tónleikur við Arnóru Petersen, Hjalmari Magnussen og Dagfinn Olsen, og 22:30 andakt við Theodor Olsen, presti.

Tónleikur er í Stóra Pakkhúsi klokkan 23 við Robert McBirnie og Jógvan Dahl og

dansur er á Eiðinum har bólkurin 005 spælir til dansin.


Leygardagur

Leygardagurin hevur drúgva skrá. Klokkan 10 hevur Suðuroyar Sunnara Bjargingarfelag tiltak við Garðabrúgv við nýggja bjargingarbátinum LÍV.

Fótbóltur er klokkan 12:30.

Seinnapartin er m.a andlitsmáling á skránni, eins og skrúðgonga og klokkan 14:00 setir Ingeborg Vinther jóansøkuna 2008.

Framsýningar halda fram leygardagin eins og tivoli. Kappróður er eisini á skránni, eins og konsertir við Manskórinum. Meira fótbóltur er klokkan 17:30 og klokkan 18 er møguleiki at royna skjóta bátin Scorpion og MB Siri til leigutúr á fjørðinum við ymsum vatnsporti.

Klokkan 20:30 hevur Missiónshúsið útifund við Minnisvarðan. Klokkan 21 spælir Trygvi Strøm í Stóra Pakkhúsi.

Klokkan 21 skipa Frelsunarherurin og Sion fyri útifundi við Minnisvarðan.

Uppboðssøla av málningum, ið kendu fólkini hava málað verður klokkan 22:30 í Essinum.

Føroyskur dansur er í Jómsborg klokkan 23:00. Og um somu tíð spæla Kim Hansen og Terji Rasmussen í Stóra Pakkhúsi. Tá byrjar eisii dansur við bólkinum 005 á Eiðinum.

Klokkan 23:30 er “syngið við” við posthúsið og Svenn Olsen heldur midnáttarrøðu og aftaná er fýrverk. Klokkan 00:30 er dansur í Framtíðini við TRIO og Hans J. Hjelm.


Sunnudagur

Dagurin byrjar við gudstænastu í Vágs Kirkju við Jónsvein Bech, presti. Ljómur luttekur og sent verður beinleiðis í ÚF.

Framsýningar halda fram og mong av undanfarnu tiltøkum eru á skránni.

Klokkan 15. er ponyríðing á Sandinum og geitir við lombum verða at síggja.

Tónleikur er í Stóra Pakkhúsi klokkan 20 við Froðbiar Sóknar Bluesorkestri.

Klokkan 21 er “syngið við” í Missiónshúsinum og klokkan 23 spælir Finnur Jensen í Stóra Pakkhúsi.

Umframt skránna, eru vanligu støðini í bygdini opin, so sum matstøð, handlar, bowlinghøll og annað.