Skráin er ein skandala

Magni Mohr, fysiskur venjari hjá B36, heldur tað vera púrasta burturvið, at landskappingadystir ikki verða fluttir, so spælarar kunnu fáa neyðugu hvíldina, tá strævnar altjóða uppgávur hava verið á skránni

Hvíld

ÍBV, HB, FCM, Skála, NSÍ, FCM, VB. Tað er dystarskráin, sum B36 hevur havt seinasta lítla mánaðin. Ein dystarskrá, sum veruliga hevur fingið ilt í Magna Mohr, sum er fysiskur venjari hjá B36.
- Eg vil kalla tað fyri skandaløst, at atlit ikki verða tikin til, at spælararnir eisini hava tørv á hvíld. Sum minsta krav, so átti hesin dysturin at verið fluttur til mánakvøld, og tað sama var eisini galdandi eftir fyrra dystin móti FCM. Tá var tað ætlanin, at vit skuldu spæla leygardag, men tað varð so flutt til sunnukvøld. Tað merkti so hinvegin, at Ingi ikki fekk somu hvíld, sum hinir spælararnir í landsliðshópinum, og tað er so heldur ikki rættvíst mótvegis honum, heldur Magni.
- Tað snýr seg heilt einfalt um, at føroyskir spælarar eru ikki vanir við at spæla tveir dystir um vikuna, men tað er so skráin, sum vit hava havt. Og tá skuldi tað verið lagt soleiðis til rættis, at vit hóast alt fingu nakað av hvíld, sigur hann.
Tað er tó fleiri, sum hava bitið merki í, at B36 hóast alt er komið so nøkunlunda heilskapaðir ígjøgnum strævnu skránna. Hvussu kanst tú sum fysiskur venjari hjálpa til í so máta?
- Tað er fyrst og fremst við dosera venjingina. Hendan seinsta mánaðin hava vit at kalla als ikki vant fysiska venjing. Í øllum førum ikki teir spælarar, sum hava spælt alla tíðina. Hinvegin hava vit vant harða venjing við teimum, sum ikki hava spælt so nógv.

Á superligustøði
Júst hetta við at hava ymsar venjignarætlanir til ymsar spælarar er nakað, sum Magni hevur lagt stóran dent á, og hann staðfestir, at hetta er neyðugt, um venjingin skal gera nóg stórt gagn.
- Tað er jú ymiskt, hvussu einstøku spælararnir orka. Og tað er eisini ymiskt, hvussu spælarar reagera upp á dystir og venjing. Tí hava vit tríju hvørja viku ymsar testir, har vit kunnu máta, hvussu væl spælarin er fyri, og so verða venjingarskráir lagdar fyri ymsu spælararnar. Tí tú mást hugsa um einstaka spælaran, um tú skalt fáa optimalt burturúr.
Og hvat siga hesar testirnar so um spælararnar. Eru teir nóg væl fyri?
- Tosar tú um konditión og rennikapasitet, so er B36 í dag fult á hædd við eitt danskt superligulið. Hinvegin, so restar enn nakað í, um tosað verður um skjótleika og styrki í nærdystum, og tað er nakað, sum tað skal arbeiðast við.
At enda spurdu vit Magna, hvørt hann heldur, at strævna skráin kann koma at kosta í seinastu dystunum, nú kappingin av álvara er komin til endaspurtin.
- Tað veit eg ikki. Tað eru tvær vikur til næsta dystin, so nú fáa spælararnir um ikki annað hvíld. Her er stóri trupulleikin hjá okkum helst, at tað er sera trupult at halda eini góðari venjingarstøðu yvir eitt longri tíðarskeið. Tað fáa vit so at síggja, um tað fer at eydnast, sigur Magni at enda.