Klaksvíkingum dáma væl at skipa fyri, og tað duga teir so sanniliga eisini. Tað fara teir at prógva enn einaferð, tá Norðoyastevnan verður sett sunnudagin kl. 14. Byrjað verður við skrúðgongu við Klaksvíkar Hornorkestri, skótum, ítróttarfólki og hestum. Alt fylgið møtir í Klaksvíksgarðinum, hagani gingið verður heim í Vágstún. Her fer Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri í Klaksvík at flyta fram røðu. Við hetta høvið spælir hornorkestrið eisini.