Í næstum fáa fólk við áhuga fyri list møguleikan at útvega sær eina upprunaútgávu av tí heimskenda málninginum "Skríggið" hjá norska listamálaranum Edvard Munch. Men tað er ikki hvør sum helst, um kann keypa, tí prísurin er mettur til minst 80 milliónir dollarar ella einar 450 milliónir krónur.
Tað er norðmaðurin Petter Olsen, sum eigur málningin, ið er ein av fýra upprunaútgávum. Munchmuseet í Oslo, sum eigur umleið helmingin av øllum verkunum hjá Munch, eigur tveir, og Nasjonalgalleriet i Oslo eigur tann fjórða.
Norska tíðindastovan NTB skrivar, at Petter Olsen ætlar sær at brúka avlopið til at byggja eitt nýtt savn og eitt hotell sunnan fyri Oslo.










