Hoyvíkingar eru beint í hølunum á teimum báðum oddaliðunum, KÍF og VÍF, og tí vóru teir stórfavorittar til dystin sunnudagin.
Tað eydnaðist eisini at toga sigurin heim, men tað var ikki uttan mótstøðu frá einum væl stríðandi Team Klaksvík.
Mest sum allan dystin var gongdin tann, at H71 helt seg beint frammanfyri, men gestirnir svaraðu stútt og støðugt aftur, og sjey minuttir fyri leiklok vóru bert tvey mál á muni. Tá eydnaðist tað H71 at skora tvær ferðir á rað, og tá Team Klaksvík so eisini fekk tvær útvísingar næstu løtuna, var leyst og liðugt.
- - -
H71 - Team Klaksvík 30-25 (14-13)
10 min: 4-3
20 min: 8-6
40 min: 19-17
50 min: 23-21
H71: Rúni Højgaard 7(4), Bogdan Floera 6, Bogi G. Davidsen 4, Hallur Biskopstø 3, Sigmundur Dahl 2, Sigmundur Nolsøe 2, Tróndur Arge 1
Team Klaksvík: Pevovic Zarko 7, Sámal á Tjaldrafløttu 5, Igor Petrikeev 4, Vilhelm Vilhelmsen 3, Dánjal Kjærbo 2, Jákup Joensen 1
Brotskøst: H71 5/3, Team Klaksvík 1/0
Útvísingar: H71 9, H81 7
Diskvalifikatión: H71 1 (3X2 minuttir)