Skrædnaði hjá Holst í seinna hálvleiki

Føroyski landsliðsleikarin byrjaði aftur inn millum framrættaðu leikararnar, men hóast nær við og næstan so gjørdist fyrri hálvleikur málleysur.

 

Í seinna hálvleiki gekk heilt galið hjá Silkeborg. Eftir bara sjey minuttum var Silkeborg aftanfyri við tveimum málum. Venjarin Troels Bech tók avleiðingarnar av hesum og skifti tveir mans út, teirra millum Christian Lamhauge Holst, sum sostatt fekk ein lítlan tíma á vøllinum undan venjingardystinum hjá føroyska landsliðnum móti Skotlandi týskvøldið.