Skrædl á Tórsvølli

Evropameistararnir vóru her, har og allastaðni - vunnu uppibornan stórsigur á Tórsvølli.

Tað var fín vitjan á Tórsvølli í kvøld, tá ið evropameistararnir úr Portugal við Cristiano Ronaldo á odda vóru á vitjan hjá fótbóltslandsliði okkara, sum er komið søguliga væl frá byrjan í hesi undankappingini.

 

Spenningurin hvarv tó skjótt úr hesum dystinum, sum hevur verið nógv umtalaður og eisini hevði savnað ein stúvstappaðan Tórsvøll saman. Áskoðaratalið var 4.748.

 

Føroyar vórðu trýstar í botn, og longu eftir 37 minuttum hevði Andre Silva gjørt stóran skaða á føroyska liði. Við reinum hattrikki syrgdi hann fyri, at Portugal fór til hálvleiks á odda 3-0.

 

Gongdin var nakað tann sama í seinna hálvleiki, og hóast trýsti minkaði nakað, so vístu portugisar heimsklassa tá ið teir fóru í álop. Fyrstur at leggja omaná leiðsluna var Cristiano Ronaldo, sum við vøkrum langskoti økti til 4-0.

 

Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, fekk Portugal tvey mál afturat. Tað vóru Joao Moutinho og Joao Cancelo, sum syrgdu fyri, at Portugal fór avstað við einum 6-0-stórsigri.

 

Sigast má, at føroyska landsliðið av álvara kom niður á jørðina aftur. Næsti dystur hjá Føroyum verður ímóti Sveis á útivølli tann 13. novembur.

 

Føroyar - Portugal 0-6 (0-3)

0-1: Andre Silva, 12.

0-2: Andre Silva, 22.

0-3: Andre Silva, 37.

0-4: Cristiano Ronaldo, 65.

0-5: Joao Moutinho, 90.

0-6: Joao Cancelo, 92.