Við níggju prosentstigum í afturgongd kann løgmaður nú ásanna, at hann ikki longur hevur fólkið aftan fyri seg og samgonguna.
Tað staðfestir í øllum førum nýggjasta kanningin frá Gallup Føroyar, sum er gjørd fyri Miðlahúsið, Kringvarpið, Portalin og Norðlýsið.
Størstðu afturgongdina hevur Fólkaflokkurin, sum missir 5,4 prosentstig og tveir tingsessir í mun til valið. Á valinum 29. oktober í 2011 fekk Fólkaflokkurin 22,5 prosent og átta tingsessir. Sambært kanningini hesaferð fær flokkurin 17,2 prosent og seks tingsessir.
Verður hugt eftir teimum seks veljarakanningunum, sum eru gjørdar síðani valið, so er talan um eina støðuga afturgongd hjá Fólkaflokkinum. Hann hevur ligið um 19 prosent í fýra kanningum. Í juli í fjør var hann niðri á 15,7.
Næststørstu afturgongdina hevur Sambandsflokkurin. Hann fær sambært kanningini hesaferð 22,1 prosent, sum er 2,6 prosentstig minni enn á valinum. Sambandsflokkurin missir ein tingsess – og fær sjey.
Verður borið saman við tær seks veljarakanningarnar, sum gjørdar eru síðani valið, so er hetta næstringasta úrslitið.
Tann fyrsta veljarakanningin beint eftir valið gav Sambandsflokkinum eina lítla framgongd, meðan hinar hava givið smærri og størri afturgongd. Lakastu undirtøkuna fekk Sambandsflokkurin í kanningini í februar, tá hann fekk 21,7.
Javnaðarflokkurin fær sambært kanningini hesaferð 3,9 prosentstig framgongd. Tað gevur flokkinum ein tingsess afturat. Bera vit saman veljarakanningarnar síðani valið, so er talan um eina javna framgongd hjá Javnaðarflokkinum. Á valinum fekk flokkurin 17,8 prosent. Í kanningunum hevur hann fingið um 20 prosent. Besta úrslitið fekk hann í kanningini í juli í fjør, tá hann fekk 23,1 prosent.
Seinasta kanningin í februar gav Javnaðarflokkinum 22,5 prosent, meðan hann hesaferð endaði á 21,7 prosentum.
Um tað er tunnilseffektin hjá Kára P. Højgaard, sum hevur havt sína ávirkan, kunnu vit bara gita um. Men Sjálvstýrisflokkurin kann fyri fyrstu ferð síðani valið notera sær eina framgongd. Flokkurin gongur fram 0,3 prosentstig í mun til valið. Hann hevur bara í einari av teimum fimm kanningum frammaundan megnað at verið oman fyri sperrumarkið fyri at fáa umboðan á tingi. Sambært kanningini hesaferð fær Sjálvstýrisflokkurin 4,5 prosent og ein tingsess.
Tjóðveldi ger størsta hálið í hesari kanningini. Flokkurin gongu fram 5,3 prosent. Á valinum seinast misti flokkurin tveir tingsessir og fekk 18,3 prosent. Hyggja vit aftur eftir hesum seks veljarakanningunum síðani valið, so talan um eina javna framgongd hjá Tjóðveldi – og úrslitið í hesi kanningini er tað besta, flokkurin hevur fingið síðani valið, og tað ger Tjóðveldi aftur til størsta flokk í Føroyum við átta tingsessum.
Miðflokkurin tódnar eitt sindur í hesi kanningini. Hann fær 5,3 prosent, sum er eitt prosentstig minni enn á valinum. Kanningarnar síðani valið hava verið bæði upp og niður. Í seinastu kanningini var Miðflokkurin tann einasti av samgonguflokkunum, sum hevði framgongd – sum var upp á 0,6 prosentstig, meðan hann í hesari kanningini fær 1,6 prosentstig minni undirtøku. Men flokkurin varðveitir sambært kanningini báðar tingsessirnar.
Framsókn varðveitir eisini sínar tveir tingsessir, hóast Janus Rein er farin úr flokkinum fyri einum ári síaðni. Kanningarnar síðani valið hava givið nýggja flokkinum bæði framgongd og afturgongd. Í fyrstu kanningini eftir valið gekk flokkurin 2,2 prosentstig fram, meðan hinar kanningarnar ikki hava givið flokkinum eins góða undirtøku. Kanningin í februar var tann lakasta, tá fekk flokkurin 5,1 prosent, meðan hann nú fær 5,7 prosent. Flokkurin fær tveir tingsessir sambært kanningini.