Danski Fólkaflokkurin fór úr fýra niður í ein lim í nýggja Evropatinginum, vísir úrslitið, nú 99,8 prosent av atkvøðunum eru taldar á ES valinum í Danmark.
– Vit mugu taka tað til eftirtekar og stríðast víðari. Tað fær ongar avleiðingar í flokkinum, sigur formaðurin í Danska Fólkaflokkinum, Kristian Thulesen Dahl.
– Vit standa við tann politikk,vit hava, og so mugu veljararnir jú velja. Sjálvandi eigi eg mín lut í afturgongdini. Men eg veit ikki, um tað er nakað, sum vit skuldu havt gjørt øðrvísi, sigur hann.
Vinstri verður størsti flokkur við fýra sessum, sum er ein tvífalding av úrslitinum í 2014.
– Vinstri hevur í kvøld fingið eitt flott, flott val. Alt bendir á, at vit hava fingið tað besta valið í Evropatinginum nakrantíð.
– Alt bendir á, at vit eru størsti evropiski flokkur í Danmark, sigur Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, á valveitsluni á Christiansborg.
Sambært kt-virkinum KMD, sum stendur fyri almennu uppteljingini av atkvøðunum, eru tað klokkan 23:15 taldar 99,8 prosentum av atkvøðunum.
Sum einasti flokkurin er DF ikki við í eini valsamgongu í sambandi við valið. So sjálvt um DF fekk fleiri atkvøður enn Tey Radikalu, so fáa tey Radikalu tveir sessir í Evropatinginum, meðan DF bara fær ein.
Tað er tí, at tey Radikalu eru í valsamgongu við Alternativið, sum ikki fekk nóg nógvar atkvøður til ein sess. Tí verða atkvøðurnar hjá Alternativinum lagdar aftur at atkvøðunum hjá teimum Radikalu, og á tann hátt yvirhála tey Radikalu DF.
Til Evropavalið gera flokkarnir sonevndar valsamgongur. Tað merkir, at flokkar kunnu fáa sessir, sum teir ikki sjálvir hava nóg nógvar atkvøður til.
Valsamgona merkir, at »yvirskotsatkvøður«, sum ikki geva flokki atkvøður, kunnu fara til ein annan flokk í valsamgonguni.
Soleiðis kunnu tey Radikalu tvífalda sína umboðan frá einum til tvey umboð, eins og SF, sum eisini tvífaldaði frá einum til tveir sessir.
Tey Konservativu varðveita sítt eina umboð, meðan Eindarlistin somuleiðis fær ein sess. Tað er fyrstu ferð, at flokkurin stillaði upp til Evropatingið.
Meðan eindarlistin er inni, so er Folkebevægelsen mod EU úti. Liberal Alliance og Alternativið fingu heldur ongan sess.
/ritzau/