Tekniska deild hjá Tvøroyrar kommunu fekk nýggjan lastbil í gjár. Bilurin er av merkinum, Scania P320. Nýggi bilurin kemur fyri gamla lastbilin, sum er frá 2005 og sum hevur koyrt 265.000 kilometrar.
- Nýggi bilurin er sera góður at koyra, sigur René Jespersen, sum er førari av bilinum, og hetta sigur hann við heimasíðuna hjá Tvøroyrar kommunu.
Hann vísir á, at luftfjarðar eru bæði framman og aftan, og hetta ger koyringina smidligari, eins og bilurin, sum hevur automatisk gear, kann lækkast, um neyðugt.
- Lastin tekur 12 tons, og bilurin hevur krana, ið kann lyfta upp til 12 tons og røkkur út á 15 metrar. Lastin er ein skiftilast við krókheysiskipan, sum verður nógv brúkt í dag.
Í Tvøroyrar kommunu halda tey, at nýggi lastbilurin er sum "skræddaraseymaður” til nýtsluna hjá teknisku deild, og tey halda eisini, at hann fer at nøkta tørvin fleiri ár fram í tíðina.