Strandferðsla
Nýggja ferjan, sum ætlanin er at byggja til suðuroyarsiglingina fyri Smyril, er eitt skip, sum er skræddaraseymað til suðuroyingar.
Tað fingu løgtingslimir, landsstýrislimir og tíðindafólk at vita á einum kunnandi fundi um skipið seinnapartin mikudagin.
Ætlanin at byggja nýtt suðuroyarskip er nú komin so mikið áleiðis, at tíðin var komin hjá Strandferðsluni og Vinnumálastýrinum at kunna játtandi myndugleikarnar, Løgtingið, umframt Landsstýrið og tíðindfólk um skipið.
Tað hendi á fundi á Hotel Hafnia seinnapartin mikudagin.
Men teir suðuroyingarnir, sum skuldu við á fundin, máttu flúgva norður við tyrluni, tí Smyril hevði aftur fingið tekniskt brek sum eina áminning um, at nýggja skipið verður bygt, ongantíð ov skjótt......
Stásiligt skip
Tað skerst ikki burtur, at tað var eitt stásiligt skip, sum Johannus Johannesson, projektleiðarin, hjá Knud E. Hansen hevði at leggja fram.
Hann duldi ikki fyri, at tað hevði verið ein stór avbjóðing fyri Knud E Hansen at projekterað hesa nýggju suðuroyarferjuna, tí hetta er eitt skip, sum er skræddaraseymað til tað farleið, hon skal sigla.
Hann segði, at uppgávan, sum teir høvdu fingið frá Strandferðsluni, var at gera eina ferju, sum kundi sigla fýra ferðir hvønn veg ímillum Suðuroynna og Havnina um samdøgurið og til tað kravdust eitt skip, sum sigldi minst 21 míl.
Skipið skuldi brúka 1, 5 tíma um hvønn túr og tað skuldi bera til at tøma skipið og fylla tað aftur upp á ein hálvan tíma.
Harumframt varð kravt, at skipið varð trygt og sjógott, at tað lýkur øll framtíðar krvøv, at brekað hava góðar umstøður umborð og at tað er bíligt í rakstri.
Reidar Nónfjall sigur, at hvat ferðafólkum viðvíkur, er Smyril, sum nú er, nóg stórur, tí hann tekur 800 ferðafólk.
Men tað er serliga hvat bilað og farmaflutningi viðvíkur, at hann er alt ov lítil.
? Flutningurin av bilum er vaksin øgiligt, seinastu árini, eins og flutningur av treylarum og øðrum farmi.
Hann vísti á, at hetta hevur ført við sær, at tað er ein dagligur trupulleiki nú, at Smyril er ov lítil og at ikki allir bilar sleppa við.
Burturúr hesum, hevur projekteringsfelagið Knud E. Hansen í Danmark roknað seg fram til, at akkurát hetta skipið er tað rætta.
Tað er sjálvsagt mest á biladekkinum, at tann nýggja suðuroyarferjan er væl størri og betri útgjørd enn Smyril, sum nú er.
Men tað skerst heldur ikki burtur, at eisini hjá ferðafólkunum verða umstøðurnar so nógv betri, at tað tolir ongar samanberingar við umstøðurnar umborð á Smyrli, sum nú er.
Smyril tekur 110 bilar. Nýggja Suðuroyarferjan tekur 200 bilar.
Biladekkið er eisini sostatt eisini bæði breiðari og hægri enn á á Smyrli, sum nú er. Á nýggja Smyrli verða 60 sentimetrar ímillum hvørt raðið av bilum, so gott pláss er at ganga. Harafturat er gongurbreyt uppá 90 sentimetrar í hvørjum borði, so at fólk sleppa undan at ganga ímillum bilarnar. Upp av bilafdekkinum sleppa fólk ígjøgnum keysingina, sum gongur mitt ígjøgnum skipið.
Nýggja ferjan er 22,7 metrar breið. Hon hevur onki portur framman, men tvey hekkuportur uppá átta metrar hvørt. Sostatt er hvørt portur væl breiðari enn tað á Smyrli.
Orsøkin til, at nýggja ferjan onki portur hevur framman, er, at tað er bygt sum eitt havgangandi skip við ronkum forskipið sum ger at tað brýtur seg ígjøgnum aldurnar og tískil er nógv róligari í sjonum.
Men longdin og breiddin á nýggja Smyrli gera so eisini, at bilar kunnu koyra umborð ígjøgnum annað hekkuportið, samstundis sum bilar koyra íland ígjøgnum hitt.
Tá ið bilar og treylarar skulu umborð, koyra teir umborð í stýriborð, heilt fram í skipið, har teir snara og koyra so afturígjøgnum skipið í bakborði. Fyri at tað skal vera pláss hjá treylarum at venda, uttan at noyðast at bakka, krevst at skipiðå er so breitt, sum tað er.
Hetta er fyri, at tað skal ganga skjótt at fylla og tøma skipið.
? Skipið skal vera ein ?effektiv trafikkmaskina?, sum Strandferðslan sigur.
Fyri at gera tað so trygt sum gjørligt, hevur nýgga suðuroyarferjan tvey av næstan øllum, eitt nú tvey róður, tvær skrúvur og tvey hekkuportur - tí sum suðuroyingar óivað vita nú, kann eitt portur altíð blíva í ólagi..... Men hon hevur fýra motorar.
Tolir onga samanbering
Eisini ferðafólkið fer sanniliga eisini at merkja eitt stórt framstig.
Á einum ferðafólkadekki er kafé til 200 fólk, kiosk, upplýsing o.s.fr, salong til 130 fólk og sóldekk. Á einum øðrum ferðafólkadekki er kafeteria til 400 fólk, spælipláss til børnini, maststova til 60 fólk og sóldekk
Harafturat eru koyggjur til 100 fólk.
Somuleiðis kann nevnast, at Nýggja suðuroyarferjan hevur serligt rúm til líkkistur, hon hevur sjúkrakamar, har lyfta gongur beinleiðis av biladekkinum upp á sjúkrakamari ð og víðari beint upp á tyrlupall, um tað skuldi gjørt neyðugt, tí tað hevur nýggja ferjan eisini.
Hon hevur eisini fundarhøli og arbeiðsrúm, har fólk kunnu sita í friði og náðum, spælirúm til børn, rúm til viðføri og rúm til spælimaskinur.
Fyri at skipið ikki skal virka alt ov tómligt, tá ið fá fólk eru við, ber tað til at skila teir ymsu partarnar í skipunum av, so at onkrar salengur verða stongdar, tá ið fólkið ikki er so nógv.