Skræddaraseymað til suðuroyarsiglingina

Skipið, sum landsstýrið hevur samtykt at byggja til suðuryarsiglingina, er skræddaraseymað til endamálið, sigur Strandferðslan

 

Suðuroyarsiglingin


?Tað nýggja suðuroyarskipið, sum landsstýrið nú hevur samtykt at byggja, er í allar mátar eitt væla skip.

Tað eru bæði stjórin og tekniski leiðarin á Strandferðsluni samdur um. Tí dylja teir heldur ikki yvir, at teir eru sera vælnøgdir, nú Landsstýrið samtykti at fylgja tilmælinum, sum verkætlanarbólkurin , ið hevur fyrireikað byggingina, hevur mælt til.

Nýggi Smyril verður 135 metrar langur og 22,7 metrar breiður og hann stingur 5,6 metrar. Talan er um eitt rættilgia lágt skip, sum er betri egnað til eina farleið, sum hesa m.a. tí at tað tekur ikki so nógvan vind á seg. Skipið hevur 20.900 hestakreftir, sum geva honum eina vanliga siglingarferð upp á 21 míl. Um summarið tekur hann 975 ferðafólk og um veturin 800. Men tað besta av øllum er: Hann hevur sitipláss til øll. Tað hevur Smyril sum er, verri enn so.

Nýggi Smyril tekur einar 30 trailarar, ella 200 persónbilar. Ikki minst á biladekkinum verður nýggja skipið eitt sera stórt framstig. Biladekkið er væl hægri og væl rúmligari enn á Smyrli, sum nú er. Tað verður gongubreyt í biladekkinum, so at tað verður óneyðugt hjá fólki at ganga og trokast ímillum bilarnar. Og tað verður gott pláss í millum hvønn bilin. Magnus Magnussen sigur, at tað verða 60 sentimetrar ímillum hvønn bil og teir bilarnir, sum standa úti í borðinum, hava 30 sentimetrar av fríplássi út í síðuna.

Hann verður bygdur sum eitt havgangandi skip. Tað merkir m.a. at hann hevur spíska gron og sker seg ígjøgnum alduna ístaðin fyri at trampa, sum hesin Smyrilin ger. Hann er eisini útgjørdur við stabilisatorum.

? Sostatt verður hetta eitt munandi róligari skip at sigla við, enn Smyril, sum nú er, siga stjórin og tekniski leiðarin á Strandferðsluni.

?Nýggi Smyril hongur eisini við tungolju, sum ikki kostar meiri enn gott helvtina av tí, sum vanliga oljan kostar. Tað er ein orskøk til, at nýggja suðuroyarskipið er bíligari í rakstri enn Smyril, sum nú er, hóast hann er væl størri og hevur meiri enn tvær ferðir so stóra maskinorku.

Nýggi Smyril hevur 100 koyggjur. Hann hevur eisini tyrlupall, tí tað skulu øll so stór skip nú hava. Men tað gevur honum eisini ein einastandandi møguleika at vera til hjálpar, um ein vanlukka, t.d. skuldi hent á einum boripalli. Annars hevur hann sjúkrarúm og lyftir, so at tað ikki longur verður neyðugt hjá sjúklingum at liggja í sjúkrabilinum á dekkinum á allari ferðini. Harumframt hevur hann fundarhøli og aðrar nýmótans hentleikar.

Annars sigur strandfeðrslustjórin, at ætlanin er at leggja projektið fram fyri almenninginum á fundi í Suðuroynni, sum væntandi verður fyrst í mai mánaða. Tað væntar hann eisini at vita meiri um, nær skipið verður liðugt.