Skoytubreytin í Tórshavn ókeypis hesa vikuna

Av tí at Tórshavnar Kommuna væntar gott veður í vikuskiftinum er avgerð tikin, at hava skoytubreytina á vaglinum opna til og við Leygardagin 19 januar. 

Somuleiðis vil kommunan bjóða øllum, sum hava hug, at skoyta púra ókeypis, børn sum vaksin. 

 

 

So tað er nú møguleikin fyri einum ókeypis skoytitúri stingur seg upp, ein hugnalig løta saman við tínum nærmastu á vaglinum.