Gongst sum ætlað, letur skoytubreytin í Havn upp leygardagin 5. desember.
Nógv óvissa hevur verið kring skoytubreytina, eftir at partar av handilslívinum kring Vágsbotn vísta á sína ónøgd við, at ferðslan millum Vaglið og Vágsbotn mátti steingja fyri at geva pláss fyri skoytubreytini, sum tá skuldi liggja í Vágsbotni.
Tórshavnar kommuna boðaði síðani frá, at skoytubreytin varð flutt niðan á niðara vøll í Gundadali, og har verður skoytubreytin í fullari stødd, tað er um 30m x 25m.
Veðrið er kortini avgerandi fyri, hvørt tað eydnast at fáa skoytubreytina lidna til 5. desember, sigur kommunan, og ætlanin er at hava onnur tiltøk við vøllin.