Returvatnið frá sjóhitaskipanini er munin kaldari, tá ið tað rennur frá hitaskipanini, og er tá stutt til tað frystir. Tí er lætt við teirri tøkni, sum er í sjóhitaskipanini, eisini at kunna fyrsta.
Við hesi tøkni, sum tá ikki krevur nógva orku, tí vatnið er so kalt, verða rør nú løgd á eitt øki við íbúðirnar á Biskupstorgi, sum verður um 380 m2 og skal her verða skoytubreyt, sum eftir ætlan verður tikin í nýtslu fyrst í desember.
##med2##
Í gjár varð bjálving løgd út og síðani eitt avrættingslag við serligum skervi, sum rør nú verða løgd í, ið skal frysta vatnið, sum verður fylt á økið, ið síðani er skoytubreytin.
Hetta er ein spennandi verkætlan, ið vegna sjóhitaskipanina, sum liggur í økinum – og sum m.a. íbúðirnar á Biskupstorgi eru upphitaðar við – ikki er so umhvørvisliga dálkandi og heldur ikki kostnaðarmikil í rakstri.
##med3##
Henda skoytubreytin er í stødd út ímóti teirri, sum liggur á Vaglinum í Havn – hon er um 450 m2. Tað sigst at Tórshavnar kommuna hevur kannað eftir um ikki ber til við eini skroytubreyt, sum verður um 500 m2 næsta ár.
##med4##
Men tá ið skúrar, frystianlegg og annað skal afturat, verður ivaleyst neyðugt at finna annað stað, enn at liggja á Vaglinum, sigur Sigurð O. Vang, Mentanarstjóri í Tórshavnar kommunu, um so skuldi verðið.
##med5##
##med6##
##med7##
##ms##
##med8##
##med9##
##med10##




















