Tað var tann 25. januar, at skoytuprinsessan Emma Fríða Andersen, stórtalentið innan danska listskoyting, fór út á breytina at vísa síni kynstur. Eftir hetta var klárt hjá almenninginum at royna breytina.
Túsundtals fólk møttu hesar fyrstu dagarnar.
- Hetta hevur verið ein øgiliga stuttlig roynd, sigur borgarstjórin Heðin Mortensen.
- Ein hópur av unglingum eru eftir stuttari tíð blivnir sera fermir á skoytunum, og serliga stuttligt hevur verið at sæð, at mong tilkomin, sum mann minnist á Hoyvíkstjørn fyri meira enn mansaldri síðan, hava leitað sær skoyturnar framaftur.
- Hagtølini fyri skoytubreytina vísa nú, at fram til endan av februar vórðu seld fleiri enn 14.000 atgongumerki. Hetta er heilt einastandandi og ger, at vit kunnu staðfesta, at hetta var ein røtt íløga. Fólk hava vitjað úr øllum landinum, serliga um vikuskiftini.
- Hetta er sjálvandi fyrstu ferð, vit royna nakað slíkt, og vit hava eisini lært nakað. Tórshavnar kommuna eigur breytina við allari útgerð, og hon kemur at standa uppi mars mánað út. Síðan verður hon pakkað niður og sett uppaftur fyrst í oktober, og tá verður tænastan enn betur, lovar borgarstjórin.