Skoytibreytin letur upp 30. november

Hátíðarhald verður á Vagl­i­num leygardagin 30. november kl 15.30, tá jóla­træ­ið á tinghúsvøllinum verð­ur tendrað.

Eftir hesa hugnaløtuna let­ur ísvøllurin frammanfyri ráð­húsið upp, sigur Heðin Mort­ensen, borgarstjóri.

Ísvøllurin verður nærum ein triðing størri í ár enn í fjør. Vøllurin er longdur yv­ir móti kioskini hjá Astu, tó soleiðis, at persónbilar kunnu koyra ímillum, eins og parkeringsplássini í sjálvari gongugøtuni eis­ini verða til taks, sigur borg­ar­stjórin.

Kunngjørt verður seinni á heimasíðuni tors­havn.fo viðvíkjandi upp­lat­ing­ar­tíð­um o. ø. Gjørt verður vart við, at parkeringsøkið millum býráðssalin og ráð­húsið verður stongt frá mán­a­degnum 18. november. Heitt verður á koyrandi um at vísa størsta varsemi.

Gjørt verður eisini vart við, at heimasíðan hjá visit­torshavn.fo tann 30. nov­ember kemur við eini jóla­síðu við øllum tí, sum Havnin hevur at bjóða uppá í jólamánaðinum. Eis­ini ber til longu nú at fara á facebook.com/jolmidbynum.