Um middagsleitið í dag handaðu umboð fyri Áhugafelagið við Kaldbaksfjørð Tórshavnar býráði 133 undirskriftir, har tey harðliga mótmæla ætlanunum um at byggja nýtt asfaltverk á Sundi.
- Vit heita á Tórshavnar býráð um at virða lív og heilsuna hjá borgarunum við Kaldbaksfjørð - og steðga ætlanunum um at byggja hetta asfaltverk.
Í mótmælisskrivinum vísir áhugafelagið á, at ongar árinskanningar eru gjørdar av asfaltverkum í Føroyum.
- Tað er ógjørligt at brúka danskar kanningar til endamálið, tí royk-, luft-og ljóðdálking hátta sær øðrvísi, tá talan er um útlát í einum øki við høgum fjøllum og einum smølum fjørði.
Í mótmælisskrivinum sigur áhugafelagið, at við einum dálkandi asfaltverki ávikavist 300 og 900 metrar frá bygdum øki, er bygdini ikki lív lagað.
- Í løtuni aftra ung fólk seg við at seta búgv í Kaldbak orsaka av útlitunum til dálkandi virksemi á vinnuøkinum á Sundi, verður lagt aftrat.
Tað var Janus Vang, sum vegna Áhugafelagið við Kaldbaksfjørð handaði borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu, Heðini Mortensen, mótmælisskrivið.
- Tey, sum búgva við Kaldbaksfjørð og hava skrivað undir mótmæli, telja fleiri enn 80 prosent av teimum, sum vóru á seinasta kommunuvali í Tórshavnar kommunu, segði Janus Vang.
Meðan áhugafelagið vitjaði borgarstjóran, gjørdu tey eisini greitt, at tey helst ynsktu, at verandi asfaltverk á Sundi verður niðurlagt.
Heðin Mortensen segði, at hann fegin tekur ímóti undirskriftunum. Skrivið verður beinanvegin journaliserað og verður latið teimum nevndum í býráðnum, har tað hoyrir heima.
Hann vissaði um, at mótmælisskrivið er í góðum hondum, og at skrivið fer at verða viðgjørt politiskt í býráðnum.
Janus Vang, sum handaði borgarstjóranum mótmælisskrivið, legði dent á, at eitt asfaltverk á Sundi forðar fyri, at Kaldbak veksur og mennist, tí ungar familjur halda seg aftur við at búseta seg í økinum við Kaldbaksfjørð.
##med2##












