Skovdahl heldur fram

Royndi Frem venjarin, Ebbe Skovdahl, fer eisini næsta hálvt triðja árið at hava ábyrgdina av Føroya felagnum í Valby

ÚTISETA VENJARI

Venjarin hjá Jón Róa Jacobsen og Gunnari Nielsen fer eisini næstu árini at verða Ebbe Skovdahl. Í tíðindaskrivi hósdagin seinnapartin boðaði 1. deildarfelagið frá, at felagið og Ebbe Skovdahl hava skrivað undir samstarvsavtalu inntil á sumri í 2007.
Ebbe Skovdahl hevur verið í Frem síðani síðsta vár. Hann kom til felagið, tá ið fyrrverandi venjarin Ole Mørch fekk sekkin.
Í Danmark er Ebbe Skovdahl ein av mest vinnandi venjarunum, og hann verður mettur at vera ein tann royndasti og eisini ein tann besti venjarin. Skovdahl hevur sýnt Jón Róa Jacobsen sera stórt álit. Hann sigur seg rokna føroyska miðverjan sum ein av lyklaspælarunum á liðnum. Málverjin Gunnar Nielsen er eisini partur av besta liðnum. Hann er eykamálverji, og hann bíðar framvegis eftir at fáa møguleikan á besta liðnum.
Eingin í Frem ynskir at fjala yvir, at stóra málið hjá teimum er at endurvinna plássið í bestu deildini. Í løtuni er Frem væl fyri. Tað er vetrarsteðgur í næstbestu deildini, og Frem er næstfrremst.