Fótbóltur
Tað var eitt satt scoop, tá HB í 1983 kundi boða frá, at felagið hevði fingið fyrrverandi danska landsliðsleikaran, Ole Skoubo, sum spælandi venjara. Skoubo var av sonnum mettur sum ein av nomadunum innan danskan fótbólt, og eitt nú hevði hann á yrkisleiðini roynt seg í Grikkalandi, USA, Svøriki og í donskum fótbólti, sjálvandi, áðrenn hann ta ferðina kom til Føroya.
Seinni var Skoubo eisini venjari hjá GÍ, men hvussu var og ikki, so gjørdist tað sum so ikki til nakað alvorligt við venjarayrkinum. Í øllum førum ikki fyrr enn nú. Síðani 1994 hevur hann als ikki verið venjari, men hevur ístaðin arbeitt sum blaðmaður á Nordjyske Medier.
Grikska felagið, har Skoubo sum leikari varð mettur sum sonn hetja, hevur tó í fleiri umførum spurt seg fyri hjá honum, og nú hevur danin so avgjørt at taka av. Fyri fyrst hevur hann biðið um farloyvi frá blaðmannastarvinum í tríggjar mánaðir, og so er spurningurin, um hann framvegis stendur við einum starvi innan fótbóltin tá. Í øllum førum bera grikskir felagsstjórar ikki orð fyri at vera serliga tolnir..