Nýggjasti Mercedes-Maybach er fyri tey sum ynskja sær maksimala trygd á vegunum.
Sambært Mercedes verksmiðjuni í Stuttgart er Mercedes-Maybach S 600 Guard fyrsti sivili bilur, sum er VR10-góðkendur. Tað vil siga at trygdin er á hægsta stigi fyri bæði bilførara og tey ferðandi í bilinum.
Bæði karosseríplátur og rútar skulu klára eitt hvørt álop frá t.d. maskinpistólum. Mercedes-Maybach hava gjørt alt, fyri at bilurin skal síggja út sum ein vanligur Maybach fyri ikki at vekja ans í ferðsluni. Bilurin er 5.45 m langur, og komforturin er eins og í einum vanligum Maybach uttan alla eykatrygdina.
Prísurin fyri Mercedes-Maybach S 600 Guard byrjar við 3,5 milliónum krónum uttan avgjøld.
Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/