Skottilburður á Fields

Trý fólk løstað, tá skot vóru latin av í parkeringskjallaranum í Fields í morgun.

Tríggir persónar vóru løstaðir, tá skot vóru latin av í parkeringskjallaranum í sølumiðstøðini Fields á Amager í morgun. Sambært løgregluni í Keypmannahavn eru tveir persónar handtiknir.

 

Sambært løgregluni er ein skotin í ryggin, ein í búkin og ein í armin. Enn er óvist, um nakar teirra er í lívsvanda.

 

Talan er eftir øllum at døma um tveir ymiskar bólkar, ið eru brostnir saman. Enn hevur løgreglan ikki sagt nakað um, hvat slag av bólkum, talan er um. Tilsamans hava átta fólk verið við í samanbrestinum.

 

Sambært BT byrjaði orrustan inni í sjálvari sølumiðstøðini, áðrenn skot vóru latin av niðri í parkeringskjallaranum.