Skottilburður var sjalusidrama

Vælvitandi keldur upplýsa fyri Sosialinum, at tað var jalousi, sum førdi til skottilburðin í R.C. Effersøesgøtu seinnapartin í gjár

SKOTTILBURÐUR

Leo Poulsen

leo@sosialurin.fo

Myndir: Álvur Haraldsen


Tað kom nærmast sum ein skelkur fyri fólk tá tað frættist um ein skottilburð í Havn í gjár. Skotið var eftir einum bili, sum stóð parkeraður, og síðurútarnir í báðum síðum aftan fóru í sor umframt onnur skotsár á bilin.

Men longu í gjárkvøldið var málið loyst og løgreglan handtók fýra persónar, sum høvdu verið í bilinum, ið koyrdi framvið og har skotini komu frá. At tað gekk so skjótt hjá løgregluni at loysa málið komst av einum heilt ítøkiligum tippi, sum førdi til bilin og teir fýra menninar.

Bergleif Brimvík váttar, at kennskapur var millum tann, ið skjeyt og tann, ið átti bilin, men vil orsakað av kanningararbeiðinum ikki koma nærri inn á motivið fyri hendingini annað enn, at talan var um persónligt agg.

Menninir vórðu tiknir inn á løgreglustøðina til avhoyringar, og eini maðurin er nú skuldsettur eftir §252 í revsilógini um »grov kådhed eller på lignende måde at bringe menneskeliv i fare« umframt eftir paragraffini um herverk. Revsiramman er fýra ár.

Hinir tríggir verða skuldsettir fyri viðvirkan. Ein annar átti og førdi bilin, og hinir vóru til staðar og gjørdu einki fyri at steðga tilburðinum, hóast teir væl vóru vitandi um, hvør ætlanin var.

Bergleif Brimvík sigur, at talan ikki er um tilvildarligan skottilburð, men at bilurin var valdur út. Tað, at skotið varð meðan bilurin koyrdi framvið, ger hendingina serliga vandamikla.

Skotvápnið var ein kraftig luftbyrsa.



Tað var klokkan 15.50, at løgreglan fekk fráboðan um skottilburðin, sum fór fram í R.C. Effersøesgøtu. Parkeraði bilurin stóð framman fyri bygninginum, har Kommunusamskipan Føroya heldur til.

Løgreglan kom beinanvegin á staðið og avbyrgdi økið. Kanningararbeiðið fór beinanvegin í gongd, og í sjónvarpinum eftirlýsti løgreglan einum pari, ið sannlíkt gingu nærhendir, tá hendingin fór fram.

Seinni fekk løgreglan eitt ítøkiligt tipp um ein bil við fýra monnum í umframt einari luftbyrsu, og hetta førdi so til, at tríggir av teimum fýra monnunum vórðu handtiknir um miðnáttarleitið í gjárkvøldið.

Eini maðurin – hann, ið er ákærdur fyri at hava latið skotini av – situr enn í varðhaldinum og er til avhoyringar, men løgreglan hevur bert heimild at halda manninum í 24 tímar, og tí skal avgerð takast um, hvørt maðurin skal í grundlógaravhoyr og síðani varðhaldsfongslast.

Av tí at grundlógaravhoyringin ikki hevði verið tá vit høvdu evstamark, vildi Bergleif Brimvík ikki vátta motivið , men vælvitandi keldur upplýsa fyri Sosialinum, at tað var jalousi, sum var orsøkin til, at ungi maðurin hevndi seg inn á bilin.

Skuldsetti skjúttin varð framstillaður í grundlógaravhoyring klokkan 13.30 seinnapartin við kravi um varðhaldsfongsling.



Aftaru síðurútarnir vórðu báðir skotnir í sor, umframt at bilurin fekk onnur skotmerki. At skotið varð, meðan koyrt varð framvið, ger hendingina enn meira álvarsliga



Løgreglan var skjótt á staðnum og avbyrgdi økið framman fyri bygninginum, har Kommunusamskipan Føroya heldur til. Innanfyri parkeraða bilin eru fleiri vindeygu