Skottilburður í Hollandi

Fleiri fólk eru skotin í Utrecht í Hollandi, boðar løgreglan í býnum frá.

 

Tað var beint áðrenn klokkan 10 okkara tíð, at ein skjútti fór at skjóta umborð á einum sporvogni, sum stóð á einum steðgiplássið stutt frá miðbýnum.

 

Sambært hollendska miðlinum AD slapp maðurin sær til rýmingar.

- Maðurin loysti fleiri skot í einum sporvogni, og fleiri fólk eru særd. Tyrlur eru á staðnum, men enn er eingin handtikin, sigur Joost Lanshage, talsmaður hjá løgregluni, sambært Sky News.

 

Enn er ógreitt, hvussu nógv eru særd og hvussu illa løstað tey eru. Løgreglan sigur, at talan møguliga er um eina yvirgangsatsókn, men tað er ikki greitt enn, skrivar Sky News.