Onkur hevur skotið ígjøgnum aftaru síðurútarnar á einum bili í Havn. Løgreglan hevur avbyrgt økið og kannar málið í løtuni Fyri einum góðum tíma síðani varð skot latið av í høvuðsstaðnum.
Skotið varð ígjøgnum aftaru síðurútarnar á einum bili, sum stendur uttanfyri hølini hjá Kommunusamskipan Føroya í R.C. Effersøesgøtu í Havn.
Løgreglan hevur avbyrgt økið og kannar nú, hvat er hent.
- Í løtuni vita vit einki um umstøðurnar, men vit kanna málið í løtuni. Eingin hevur fingið skaða av tilburðinum, tað vit vita um, sigur vakthavandi á Politistøðini í Havn.