Fyrrapartin í gjár hoyrdi ein familja á Argjum ein hvøllan brest móti húsunum, men hugsaði ikki meiri um tað. Út á dagin varnast tey, at eitt hol er í húsunum og fáa tá illgruna um, at onkur hevur skotið eftir húsunum.
Løgreglan hevur verið á staðnum og gjørt fleiri kanningar og hevur millum annað avhoyrt ein persón í grannalagnum. Hesin hevur tó ikki játtað tilburðin.
Løgreglan váttar fyri Miðlahúsinum, at teir hava lagt hald á fleiri vápn heima hjá viðkomandi. Málið verður nú latið kanningardeildini til víðari kanningar.