Tað var nakað eftir klokan 19 í kvøld, danska tíð, at løgreglan í Keypmannahavn fekk fráboðan um, at onkur hevði skotið á Amagerbrogade.
Gøtan liggur sum kunnugt í einum øki, har nógvir føroyingar búgva, til dømis búgva nógvir ungir lesandi føroyingar eittnú á Øresundskollegiet, ið er tætt við.
Enn hevur løgreglan ikki heilt fingið greiðu á støðuni, men talan var um ein persón, sum er komin úr einum bili, hevur skotið fleiri skot, og er síðani farin aftur í bilin, sum koyrdi avstað við nógvari ferð. Løgreglan metir, at møguliga hevur ætlanin verið at skjóta eftir einum øðrum bili.
Løgreglan hevur tosað við fólk, onkur varð afturhildin eina løtu, tí atburðurin var hildin at vera illgrunasamur, men løgreglan hevur ikki handtikið nakran enn, men kannar málið, og sigur seg koma við nærri boðum seinni.