Herfyri frættist, at teir, sum áttu Gullberg vóru í samráðingum við eitt skotskt felag um at keypa ein trolara haðani, og nú er hann keyptur. Trolarin er komin í føroysku skipaskrásetingina og hevur fingið navnið Fram.
Tað skrivar skipini.fo.
Fram skal partrola við Sjagaklett, eins og Gullberg gjørdi. Trolarin hevur kølitangar, men ikki frystiútgerð.
Gullberg sakk brádliga um morgunin tann 31. juli í fjør, tá skipið royndi eftir makreli norðan fyri Føroyar. Øll manningin bleiv bjargað. Skipið sakk ein tíma, eftir at alarmurin var farin í gongd, og tað vakti ans, at eitt skip, sum var í góðum standi, kundi søkka so skjótt. Hetta fekk millum annað Skipara- og Navigatørfelagið at krevja, at málið bleiv kannað, um neyðugt við at taka skipið upp ella at senda ein kavbát niður at kanna tað.










