Føroya hugnaligasti festivalur MjúS hevur tryggjað sær bólkin Paddyrasta á ársins festival. Hetta er nakað so forkunnugt, sum ein skotskur reggae bólkur.
Tónleikurin hjá Paddyrasta er eitt heilt serligt bland, ið bólkurin sjálvur kallar afro-írskt reggae-rapp við samvitsku. Bólkurin blandar siðbundnar keltiskar melodiir við reggae rútmur og samfelagsliga viðkomandi tekstir.
Paddyrasta varð stovnaður í Aberdeen í 2004 av norður írska tónasmiðinum Brian Gilligan, ið plagdi at búgva í Føroyum, og ofta undirhelt kring Føroyar saman við vinmanni sínum Pete, undir fangandi og sigandi navninum Pete & Brian.
Stutt eftir, at bólkuirn var stovnaður, vann hann eina lokala kapping millum nýggjar bólkar í Aberdeen, ið kallaðist Battle Of The Bands, ikki at blanda við Global Battle Of The Bands, ið er ein altjóða kapping, har Marius luttók fyri Føroyar.
Sigurin gav bólkinum mót til at gera sína fyrstu fløgu, Listen To Your Heart, ið verður spæld rættiliga nógv í bretskum og amerikanskum loftmiðlum.
Paddyrasta var eisini ein av bólkunum á Celtic Connection festivalinum, ið var sendur í BBC herfyri, har luttók m.a. eisini okkara egna Eivør.
Hetta er triðja navnið, ið MjúS avdúkar, frammanundan er greitt, at Annika Hoydal og Týr verða millum nøvnini á festivalinum á Sandi.
Tónleikurin hjá bólkinum er egin, og til ber at hoyra hann á myspace síðuni hjá Paddyrasta, www.myspace.com/paddyrasta