Sambært almennum tølum hevur Skotland havt eina almenna nýtslu á uml. 150 milliardir í 2015/16 meir enn tey fingu í inntøkum.
Upphæddin er á leið 9% av BTÚ, ið er tvífalt so nógv sum nýtsluójavnin í Bretlandi tilsamans.
Stóri inntøkumissurin stavar fyrst og fremst frá oljuni. Skotland hevur í dag eina inntøku av olju í Norðsjónum, ið er 97% lægri enn hon var fyri nøkrum árum síðani.
Tølini eru sambært BBC North East Scotland.
Tó er stóri ójavnin javnaður við vaksandi inntøkum í oljuvinnu á landi.
Tað hevur verið talan um, at Skotland skal minkað um útreiðslur sínar, serliga á sosiala økinum, men Nicola Sturgeon sigur, at skotski búskapurin stendur á einum tryggum grundarlagi.