Higartil eru fýra bátar komnir á Havnina og í hvussu er ein kemur aftrat í morgin við tilsamans einum 35 áskoðarum til landsdystin mikukvøldið Fyrsti seglbáturin kom í gjárkvøldið og í dag eru tríggir komnir aftrat. Og í minsta lagi ein kemur í morgin, hann fer úr Lerwick í dag.
Fýra av hesum fimm bátunum er úr Hetlandi og ein úr Glascow. Tríggir bátar eru úr Lerwick og ein av oynni Brae. Allir hesir eru hetlendingar uttan hin eini, ið kemur úr Aberdeen. Teir hava nýtt høvið at koma hendanvegin longu nú, fyri at sláa tvær flugur við einum slagi. Teir ætla sær nevniliga eisini til dystin Føroyar-Italia í kvøld.
Nakrir høvdu longu útvegað sær atgongumerki, meðan aðrir einki høvdu. Teir vóru tí fegnir tá útsendi frá Sosialinum kundi siga teimum, at nøkur atgongumerki fóru at verða seld á stadionøkinum klokkan fýra.
Annars er hetta bara byrjanin til innrásina av skotskum fótbóltsáskoðarum, tí hesin úr Aberdeen visti at siga, at heilir 800 skotar koma her til dystin á Svangaskarði mikukvøldið.
Tá vit lata illa at um útlitini mikukvøldið, nú vit taptu so nógv í Skotlandi, so eru teir ikki so vísir í úrslitinum.
- Fá mundu rokna við nøkrum seinast, og tá endaði 2-2. Og dysturin verður aftur hesaferð á Svangaskarði, var varisliga metingin hjá skotanum.
Hesin er ikki ókendur við Føroyar.
- Hetta er fjórða ferðin eg eri í Føroyum, so eg veit, hvar allar pubbirnar eru, sigur hann og heldur, at nógv og vøkur konufólk eru í Føroyum, og tað er tí eingin kvinna er við á ferðini.










