Skotska Flybe skal flúgva til Føroya

Trý flogfeløg fara at flúgva til Føroya í summar. Tað er fyrstu ferð í søguni, at fleiri enn tvey flogfeløg eru á føroyarutuni

Trý flogfeløg fara at flúgva til Føroya í summar. Tað er fyrstu ferð í søguni, at fleiri enn tvey flogfeløg eru á føroyarutuni.

 

Enn eitt útlendskt flogfelag fer at flúgva til Føroyar. Tað tykist greitt, nú skotska Logan Air hevur ætlanir um at flúgva millum Vágar og Aberdeen frá mai til september. Ætlanin er, at nýggja rutan byrjar longu í summar.

 

Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, hevur onga viðmerking, men In.fo veit, at talan er um skotska felagið, sum er partur av stóra bretska flogfelagnum, Flyby.

 

Felagið fer at flúgva við propellflogfari, sum tekur 50 ferðafólk. Flogtíðin millum Aberdeen og Vágar verður 45 minuttir, og fólk, sum kenna flogvinnuna, meta, at ein flogferðseðil aftur og fram fer at liggja um 1.200 krónur.

 

Sambært heimasíðuni hjá Logan Air, so hevur felag eina flogtypu, sum tekur 50 ferðafólk, tað er Saab 2000. Tað er flogfar við tveimum turbopropellmotorum. Flogfarið er bygt til at taka 50-58 ferðafólk og kann flúgva 665 km um tímarn. Hetta slagið av flogførum varð framleitt í Linköping í Svøríki.

 

Fakta um Saab 200 flogfarið:

 

Saab 2000

No of SF20 aircraft: 5

Capacity

Passenger configuration: 50

Cargo configuration: 5.5 tonnes

 

Performance

Engines: 2 Allison AE2100A

Range: 1,800km

Cruising speed and height: 685kph at 9,450m

Fuel capacity: 4,250kg

Max take off weight: 23,000kg

Flight deck crew: 2

Cabin crew: 1

 

Technical Dimensions

Length: 27.28m

Wingspan: 24.76m

Height: 7.73m

Fuselage width: 2.31m

Rear hold capacity: 8.5m3

Rear hold door size: 1.30m x 1.35m

 

Passenger Amenities

50 seats, a double and single seat per row.

Toilet with full amenities.

Inflight catering facilities available.