Í næstu viku verður skotsk handils- og mentanarvika í Havn. Í hesum sambandi koma m.a limir í býráðnum í Aberdeen á vitjan. Jan Christiansen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og John Reynolds, Lord Provost of the City of Aberdeen seta "Skotsku vikuna" í SMS týsdagin 30. september kl. 12.00
Fyri 10 árum síðani tók Tórshavnar býráð fyrsta stigið til at knýta tættari samband millum Aberdeen og Tórshavn. Um hetta mundið sigldi Smyril í rutu millum londini. Henda fyrsta royndin at betra um samvinnuna millum býirnar eydnaðist so mikið væl, at Tórshavnar kommuna og Aberdeen City Council fyri trimum árum síðani samdust um eina samstarvs-avtalu. Avtalan hevur sum endamál, at stuðla vinnulívi og handli, at menna og víðka um samskifti á mentanar-, ítróttar- og útbúgvingarøkinum.
Eitt ítøkiligt úrslit, ið er komið burtur úr hesum samstarvi, er Grunnurin Aberdeen - Tórshavn, sum býarstýrini hvør sær hava sett pening í, og hvørs endamál er at veita fíggjarligan styrk til tiltøk ella annað, ið kann fremja og menna samstarvið og fatanina millum kommunur-nar og borgarar teirra. Í ár verður á øðrum sinni latin stuðul úr hesum grunni.
Skotska vikan er partur av einum miðvísum arbeiði seinastu árini, og hava fyrireikararnir lagt stóra orku í at gera skránna so fjølbroytta sum gjørligt, har høvuðsdenturin er lagdur á handil, vinnulív og mentan. Við í ferðalagnum, sum telur umleið 50 fólk, eru vinnulívs-, handils-, og ferðavinnufólk. Umboð fyri m.a. Aberdeen Football Club, eldraøkið og skúlaverkið. Tónleikarar og listafólk, ið virka innan ymiskar listagreinir, eru eisini við í átakinum.
Úr skránni kunnu vit m.a. nevna, at Aberdeen Maritime Museum fer at hava eina framsýning í Müllers Pakkhúsi. Frásøgufólk fer at vitja nakran skúlar í Havn við m.a. upplestri. Pensjonistar í Aberdeen verða gestir í Tilhaldinum í Tórsgøtu. Á Platform verður tónleikur og dansur, og í SMS verða tiltøk alla vikuna í vanligu upplatingar-tíðini hjá Sølumiðstøðini. Í Norðurlandahúsinum og Mentanarhúsinum í Fuglafirði verða tónleikatiltøk við næmingum úr Aberdeen City Music School, umfamt at sekkjapípu-tónleikur og tradionellur skotskur tónleikur eisini verður at hoyra ymsastaðni í høvuðsstaðnum.
"A Taste of Scotland" - Í næstu viku fara skotar enn einaferð at seta sín dám á Havnar bý. Ikki í fótbóltshýri, men við tónleiki, sangi, list, dansi, mati og whiskey.










