Skotríða í Keypmannahavn

Løgreglan leitar eftir manni, sum í kvøld hevur latið trý skot av á Østerbrogade Tað tykist ikki at vera heilt vandaleyst at ferðast í Keypmannahavn í hesum døgum. Eitt er, at nógvar søgur eru at síggja og hoyra um, at tað gongur harðliga fyri seg í náttarlívinum og viðhvørt eisini innan heimligu karmarnar.

At tað eisini kann vera vandamikið á alfaravegi, og so mikið tíðliga, at almenningurin framvegis ferðast um tún og stræti, sást dømi um á Østerbrogade í Keypmannahavn í kvøld.

Donsku fjølmiðlarnir vita at siga, at ein maður í kvøld hevur skotið við skørpum á horninum Østerbrogade og Nøjsomhedsvej.

Sambært upplýsingum frá løgregluni var talan um skarpa løðing. Trý skot vórðu latin av, og ein av kúlunum fór ígjøgnum vindeygað í 7-Eleven kioskini, sum er á Østerbrogade ? yvir av Parkini.

Eingin varð raktur av skotunum.

Løgreglan leitar eftir honum, sum hevur skotið. Hann var til gongu, og løgreglan hevur ikki fingið fatur á honum. Tí dugir løgreglan heldur ikki at siga, hví skotini vórðu latin av.