Tey trý børnini og lærarin, sum vórðu skotin uttan fyri ein jødiskan skúla í franska býnum Toulouse mánadagin, vórðu jarðað í Jerusalem fyrrapartin.
Jonathan Sandler, synir hansara Gabriel og Arieh, sum vóru fimm og fýra ára gamlir, og tann sjey ára gamla Myriam Monsenego vóru jødar og bæði franskir og ísraelskir ríkisborgarar. Kisturnar við teimum fóru til Ísraels í nátt við einum flogfari hjá ísraelska flogfelagnum El Al Airlines. Í flogfarinum vóru avvarandi hjá teimum fýra, umboð fyri jødiska samfelagið í Fraklandi og franski uttanríkisráðharrin, Alain Juppe.
Løgreglan í Toulouse hevur kringsett mannin, sum sambært fronsku løgregluni skjeyt tey fýra og tríggjar hermenn, Sagt verður, at maðurin hevur lovað, at hann fer at geva seg yvir seinnapartin.










