Hondbóltur
Næsta stórtapið upp á eina viku gjørdist veruleiki, tá føroysku hondbóltsmenninir leygardagin spældu á útivølli í Sarajevo.
Fyrstu lítlu løtuna av dystinum megnaðu okkara annars at halda fast í mótstøðuni, men so skrædnaði av álvara. Bosniska álopsspælið kom veruliga upp at koyra, og so líðandi vórðu føroysku málverjarnir skotnir í senk.
Eins og móti Serbia mikukvøldið, so hevði føroyska liðið trupulleikar av, at ov nógv álop endaðu uttan veruliga skotroynd móti mótstøðumálinum. Tað gav Bosnia fleiri møguleikar at kontra, og so vóru føroysku málverjarnir prísgivnir.
Eftir steðgin gekk føroyingunum nakað betur. Í øllum førum sótu bóltarnir nú oftari í mótstøðunetinum, men tað komst nú eisini av, at Bosnia hevði hug at geara nakað niður, nú sigurin kortini var vísur.
Føroysku málini: Føroysku málskjúttarnir vóru: Heini Hanusarson 9, Finnur Hansson 7, Hans Áki Dal-Christiansen 3 (2), Tróndur Kragesten 2, Ingi Olsen 2, Dánjal Tórgarð 1, Karl Herup Olsen 1, Áki Mørk 1, Esbern Patursson 1, Sámal Joensen 1.










