Einaferð taldist Skotland millum tær sterkastu Labour-háborgirnar, men í gjár varð enn einaferð staðfest, at flokkurin hevur mist nærum allan stuðul millum skotar.
Úrslitið er ikki klárt í øllum valdømum, men tað er longu greitt, at eins og til tjóðartingsvalið í fjør, og til undanfarnu parlamentsval í Skotlandi, so gjørdist SNP størsti flokkurin í Skotlandi. Ymiskt bendir tó á, at flokkurin ikki megnaði at endurvinna tann reina parliamentariska meirilutan, ið flokkurin vann fyri fimm árum síðani.
Eftir 122 av 129 sessum eru taldir, metir BBC, at SNP hevur vunnið 63, ið er ein afturgongd á fimm sessir, Konservativu 27, ið er ein framgongd á 14 sessir, Labour 22, ið er ein afturgongd á 12 sessir, Grøni flokkurin 6 sessir, ið er ein framgongd á 4 sessir, Liberal Democrats 4 sessir, ið er ein framgongd á 1 sess, meðan einki sjálvstøðugt valevni vann nakran sess.
Stóra søgan í bretskum miðlum er tó syndarliga støðan hjá bretska arbeiðaraflokkinum, Labour. So seint sum til valið í 2003 var Labour størsti flokkur í Skotlandi, meðan flokkurin til valið í 2008 fekk einans 1 tinglim færri enn Scottish National Party.
Tann støðan er tó fullkomiliga broytt, nú skotski tjóðskaparflokkurin hevur vunnið meginpartin av stuðlinum, ið Labour einaferð hevði.
Kanska serliga eyðmýkjandi fyri Labour flokkin er, at tað eydnaðist Konservativa flokkinum at vinna fleiri atkvøður í Skotlandi enn Labour. Tað er fyrsta ferð síðani 1999, tá skotska parlamentið varð endurstovnað, at Konservativi flokkurin er størri enn Labour í Skotlandi.










